Um okkum

Tað var framfúsi vinnulívsmaðurin Hjaltur Tausen sum í 1987 stovnaði felagið Eysturoyar Kloakksúgving,  Á ein av slamsúgvarunum varð monterað ein hátrýstpumpa sum kundi spula við einum trykki uppá 1000 bar, og var tað startskotið til betongsaging í Føroyum, tað var hart arbeiði at skera betong við hátrýsti og var tað ikki nemt at fáa skurðirnar beinar og penar. Hesin arbeiðshátturin endaði  tó tí fyritøkan varð seld til IRF í 1996.

Royndirnar at skera betong við vatni førdu til at Hjaltur í  Januar í 1997 stovnaði fyritøkuna Føroya Betongsaging. Útgerð og sagir til skering og boring av betong vórðu keyptar og farið var ígongd. Fyrstu sagirnar vóru hydrauliskt stýrdar og heldur tungar at arbeiða við. Í dag eru flestu sagirnar el-drivnar og nakað lættari at arbeiða við, tað krevur tó sín mann at arbeiða við tílikari útgerð.

Hjaltur átti og rak fyritøkuna til 2007 tá Óli Hans Hammer Olsen og Andreas Mikkelsen keyptu fyritøkuna.

Í 2012 Keypti Ólavur Groth fyritøkuna og samstundis eisini húsini  Niðri á Sandi 15 í Søldarfirði har fyritøkan nú húsast. Ólavur kendi ikki nógv til hesa vinnuna og gjørdi hann ikki mætari enn at seta Hjaltur  sum rakstrarleiðara og seinni eisini til stjóra í fyritøkuni. Hjaltur hevði sum vera man allar royndirnar á økinum, og so var aftur farið til verka.

Í dag er Føroya Betongsaging Sp/f best útgjørda felag av sínum slag í Føroyum.

Umframt at saga og bora í betong hevur Føroya Betongsaging Sp/f eisini gjørt íløgur í effektiva slípiútgerð til slíping av betonggólvum. (Sí slíping) . Tað eru nógvir møguleikar innan gólvslíping, alt frá at plana eitt gólv og heilt upp til Superfloor.