Saging

Uppgávurnar at saga í Betong eru sera ymiskar uppá allar mátar. Vit átaka okkum flest allar uppgávur, tó er tað altíð neyðugt at partarnir tosa væl saman áðrenn farið verður í gongd ,um hvussu uppgávurnar skulu loysast alt eftir hvør uppgávan er, um tað er úti ella inni uppi ella niðri. Um neyðugt koma vit at hyggja eftir uppgávunum, eingin ov lítil eingin ov stór.

Við veggsagunum saga vit nógv fyri hurðum og vindeygum, vit taka eisini heilar veggir burtur. Vit kunnu saga gjøgnum betongveggir sum eru heilt uppí 72 cm tjúkkir ( frá einari síðu.)

Við gólvsagini saga vit nógvar rennur til rør og kaðalar og taka eisini heil gólv burtur.

Vit gera eisini fegnir eina avtalu um burturbeining av betongstykkjunum.