SuperFloor

Slíping av betong

HTC Superfloor™ er ein serligur háttur at slípa  betonggólv.
Slípihátturin framelur mekaniskt betongyvirflatuna við at fjerna ovasta betonglagið og framhevja tað undirliggjandi sterkaru betongina. Betongin verður fresað og slípað eftir nøkrum heilt serligum reglum við útgerð og diamantum frá HTC. Úrslitið ið ein fær við at slípa á henda hátt er eitt funktionelt gólv við eini javnari, slitsterkari estetiskari yvirflatu.

Fyri at uppnáa øll tey teknisku krøvini til eitt gólv skal kallast HTC Superfloor™ er allneyðugt at øll fresing og slíping verður gjørd í samsvar við forskriftirnar frá HTC.

Tað eru nógvir ymiskir faktorar sum vilja ávirka endaúrslitið tá ein slípar eitt betong-gólv.

  • Skervkvaliteturin og skervliturin
  • Betongliturin (Betong kann innihalda lit-pigmentir)
  • Betongkvaliteturin
  • Djúpdin av fresingini og slípingini ávirkar hvussu nógv av skerminum kemur, at síggjast í slípaðu yvirflatuni
  • Teknisku fyrimunirnir við at slípa gólvið við HTC

Superfloor™ eru testaðir og góðkendir við Svenska royndar & granskingar instituttið í Bøhme.

 

HTC Superfloor™ Kann deilast upp í fýra ymisk konsept ið geva fýra ymiskar yvirflatur. Tey nevnast: Platinum, Gull, Silvur og Bronsa.

 

Platinum

Platinum er tað konseptið sum gevur gólvinum allarbestu eginleikarnar og er hetta konseptið sum vit viðmæla sum tað allarbesta. Platinum er hátturin ið krevur nógv flestar slípi-umgangir samanborið við Gull, Silvur og Bronsu. Upprunagólvið verður lækkað við 2-5 mm. Endaúrslitið er eitt flott sterkt og haldført gólv. Gólv slípað eftir Platinum konseptinum hevur eina mjúka blanka yvirflatu sum  er løtt at vaska og er halda reina sjálvt um trukkar og aðrar maskinur koyra á gólvinum, ein annar fyrimunur við Platinum er at ljósið speglast í gólvinum á ein behagiligan hátt.

Tygum kunnu lesa meiri um Platinum konseptið her.

 

Gull

Við Gull konseptinum verður ovasta lagið slípað av við fínum diamantum. Uml. 1 mm verður slípað av fyri at framhevja tað niðaru sterkaru betongina. Slípingin gevur eina mjúka blanka yvirflatu sum er løtt at vaska og er nemt at halda reina sjálvt um trukkar og aðrar maskinur koyra á gólvinum. Ein annar fyrimunur við Gull konseptinum er at ljósið speglast í gólvinum á ein behagiligan hátt.
Við HTC Superfloor™ Gull konseptinum verður roknað við at gólvið er stoypt og strokið so slætt sum gjørligt áðrenn farið verður í gongd tí teir fyrstu umgangirnir við fresing eru ikki við í Gull konseptinum.

Tygum kunnu lesa meiri um Gull konseptið her.

 

Silvur

Silvur er tað konseptið tú skalt velja um tú vilt hava eitt væl slípað gólv við eini “mattari” yvirflatu. Endaúrslitið er eitt flott sterkt og haldført gólv. Við Silvur konseptinum verður ovasta lagið slípað av við fínum og grovum diamantum. Uml. 2-3 mm verður slípað av fyri at framhevja tað niðaru sterkaru betongina.
Alt eftir hvussu gólvið er stoypt og hvussu tað er vibrerað kann skervurin koma nakað ójavnt fram í yvirflatuni. Slípingin gevur eitt mjúkt blankt og haldført gólv.

Tygum kunnu lesa meiri um Silvur konseptið her.

 

Bronsa

Við bronsu konseptinum er einging fresing, heldur ikki grovslíping men bara slíping við fínum diamantum. Ovasta betonglagið verður ikki fresað burtur men bara slípað. Slípingin ger m.a. at gólvið verður lættari at halda reint og  ljósið speglast í gólvinum á ein behagiligan hátt.
Vigtugt!
Í hesum førinum er sera týdningarmikið at gólvið er sera væl strokið undir stoyping. Um ójavnar og ymiskir litir eru í betongini verða teir ikki burtur við hesari slípingini.

Tygum kunnu lesa meiri um Bronsu konseptið her.